Fíggjarligar umleggingar

Í kjalarvørrinum av búskaparliga og fíggjarliga meldrinum bjóða við pragmatiska ráðgeving um neyðugar fíggjarligar umleggingar. Dentur verður her lagdur á ráðgeving um fíggjarstøðuna, uppskot um møguleikar fyri umfíggingum, gjøgnumgongd og meting av vinnuætlanum og íløguætlanum. Umframt hetta gera vit eisini ætlanir fyri og taka okkum av samráðingum við bankar og aðrar lánveitarar, íleggjarar og aðrar áhugapartar um at betra verandi treytir.

Ráðgeving um lántøku

Vit veita ráðgeving og skipa fyri tilgongdini í sambandi við viðurskifti um lán og lántøku. Her verður m.a. hugsað um feløg, sum hava í hyggju at taka upp nýggj lán, sum leita eftir nýggjum møguleikum fyri lántøku, sum vilja taka samráðing upp aftur um verandi skuld, sum ynskja at leysgeva kapital úr verandi, vælrikna felagi, ella sum leita eftir øðrum møguleikum fyri vakstrarkapitali. Okkara netverk og áhaldandi samband við eina røð av bankum og aðrar lánveitarar geva okkum eina nágreiniliga vitan um, hvat er neyðugt fyri at tryggja eina góða fígging til tykkara felag.

Strategisk gjøgnumgongd

Vit veita eina greining av møguleikum fyri at økja um virði hjá partaeigarum. Tá vit gera eina strategiska gjøgnumgongd, áseta vit virði á felagnum og koma við ítøkiligum uppskotum um vakstrararmøguleikar og/ella uppkeyp fyri at økja hetta virði. Harumframt gera vit uppskot til, nær tíðin møguliga kundi verið búgvin til at selja fyritøkuna heilt ella lutvíst.

Søla av felagi, partabrøvum ella aktivum

Vit ráðgeva, hjálpa og leggja til rættis sølu av felagi, partabrøvum ella aktivum. Við støði í okkara royndum á hesum økinum kunnu vit seta saman eina tilgongd, sum er snikkað til ein og hvønn serligan tørv, sum kundin hevur, fyri á tann hátt at fáa sum mest burturúr.

Tænasta okkara fatar um fyriskipan av allari tilgongdini, so sum greining av møguleikum, virðismeting, ráðgeving um, hvussu transaktiónin skal skipast, og samráðingar um transaktiónina.

Keyp av felagi, partabrøvum ella aktivum

Vit ráðgeva, hjálpa og skipa fyri, tá kundi okkara ynskir at keypa eitt felag, partabrøv ella aktiv. Tilgongdin verður snikkað saman eftir tí tørvi, sum kundin hevur – herundir eisini fíggjarligu støðuni.

Vit skipa fyri allari tilgongdini, sum m.a. fatar um at finna fram keypsmøguleikar, greining av møguleikum, virðismeting av møguleikum, ráðgeving um bygnaðin av transaktiónini og samráðingar. Um tørvur er á tí, skipa vit fyri at finna neyðuga fígging fyri keypinum ella eini endurfígging av keypta felagnum.

Samanleggingar

Vit ráðgeva kundum okkara um, hvussu felag teirra kann leggjast saman við einum ella fleiri øðrum feløgum. Í hesum sambandi ráðgeva vit vanliga um lutfalsliga virði millum feløgini, bygnaðin av transaktiónini og onnur viðurskifti av taktiskum slag.

Virðismeting

Fyri okkum hevur tað týdning at gera eina nærlagda og nágreiniliga greining, tá ein virðismeting verður gjørd. Virðismetingin kann verða av einum felagi, einum parti av felagnum ella av felagnum sum partur av eini transaktión. Tá virðismetingin verður fyrireikað, er tað av alstórum týdningi, at finna fram til tað, sum ger fyritøkuna einstaka og serliga, og at snikka allar fortreytir til samsvarandi hesum.

Útvegan av kapitali

Vit skipa fyri tilgongdini at útvega kapital til kundar okkara. Hetta merkir, at vit skipa fyri allari tilgongdini at útvega eginpening ella aðra fígging til serligan tørv – herundir vakstrarkapital. Her verður sum oftast talan um privata tekning av kapitali frá íleggjarum, ið frammanundan eru eyðmerktir og góðkendir í samráð við kundan.

Verkætlanarfígging

Fyri serligar verkætlanir hjá kundum kunnu vit ráðgeva um strategi og um samanseting av fígging, soleiðis at hendan verður grundað á peningastreymin frá verkætlanini eina.

Strategiskur samstarvsfelagi ella strategiskt samstarv

Vit hjálpa kundum okkara at finna rætta strategiska samstarvsfelagan. Í hesum sambandi kunnu vit ráðgeva og hjálpa við at finna samstarvsfelagan ella við tilgongdini at fara í eitt strategiskt ella fíggjarligt samstarv. Her brúka vit kunnleika okkara til ymiskar vinnur, royndir og okkara umfatandi netverk fyri at finna fram til best hóskiliga samstarvsfelagan.

MBO/MBI

Vit kunnu ráðgeva kundum, sum umhugsa at keypa felagið, sum teir arbeiða hjá, soleiðis at kjansurin fyri, at hetta eydnast, økist munandi. Vit samstarva her tætt við kundan um virðismeting og at finna røttu tíðina at keypa eins og at velja besta taktikkin. Vit luttaka í allari tilgongdini fyri at seta transaktiónina saman á besta hátt – herundir eisini, hvussu fíggingin best verður samansett.

Strategisk ráðgeving / virkisætlan

Saman við kunda okkara kunnu vit ráðgeva og gera eina nágreiniliga ætlan um, hvussu eitt felag kann byggjast frá hugskoti til eitt felag, sum ber seg. Hetta verður gjørt við at taka allar áhugapartar við, so sum stovnarar, íleggjarar, peningastovnar og aðrar.

Umframt hetta kunnu vit veita ráðgeving um, hvussu verandi fyritøkur kunnu kasta enn meira av sær. Hetta verður gjørt við eini strategiskari gjøgnumgongd, sum vísur á einstøk tiltøk, sum setast skulu í verk.